Góðan morgun Føroyar

Bernhard hevur hjartað á røttum stað
12-10-2023
Ársins sálarheilsuvirðisløn 2023 varð latin Bernhardi H. Petersen

Í grundgevingini skrivar Sinnisbati:

Sum menniskja er Bernhard H. Petersen rúmligur, hevur hjartað á røttum stað og veitir altíð eina hjálpandi hond, har hann kann.

Bernhard hevur í mong ár verið virkin í Frelsunarherinum, har hann hevur gjørt eitt serligt gott arbeiði fyri heimleys í Føroyum. Hann var við í arbeiðinum, tá Frelsunarherurin fyri 25 árum síðani læt Herbergið upp.

Bernhard hevur brúkt mangar nætur saman við heimleysum í Frelsunarhersalinum, sum ikki hava aðrastaðni at vera, tí einki alment tilboð er til tey.

Sum arbeiðsgevari veitir Bernhard sperdum ókeypis eltænastur. Bernhard setur lærlingar í starv og dugir væl at fáa tað besta fram í tí einstaka. Hann er tolin av lyndi og dugir væl at rúma øllum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026