Verkfallið hert í dag

Verkfallið hert í dag
Ambulatoriini á Suðuroyar sjúkrahúsi og Klaksvíkar sjúkrahúsi eru nú eisini rakt av verkfallinum
Suðuroyar sjúkrahús.
 
13.10.2023 - 08:12

Klokkan átta var verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum víðkað til at umfata ambulatoriini á Suðuroyar sjúkrahúsi og á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Tað er nú galdandi fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar, deildarleiðarar/funktiónsleiðarar ognvaraleiðarar/toymisleiðarar, sum arbeiða á almennum kirurgiskum, ortopediskum, urologiskum og svøvn ambulatorium á Klaksvíkar sjúkrahúsi, umframt á kardiologiskari starvsstovu, pínuklinikk og ambulantum virksemi á skurðgongini á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Hoyr samrøðu, sum Sára Jógvansdóttir gjørdi við Gunnbjørg Guttesen, virkandi stjóra á Suðuroyar sjúkrahúsi, í útvarpstíðindunum:

 

13102023_Gunnbjorg_Guttesen

 

Semingsstovnurin eftirmetir

Semingsstovnurin hevði í gjár fund við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum

Partarnir vóru fámæltir eftir fundin.

- Vit fara nú at eftirmeta tað, sum vit hava fingið burturúr, segði Terje Sigurðsson, semingsmaður, í stuttari viðmerking.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fór í verkfall mánadagin 2. oktobur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329