Góðan morgun Føroyar

Jógvan gevst at leggja myndir út
16-10-2023
Í 14 ár hevur hann gingið sama túr og lagt myndir frá túrinum út á facebook. Nú gevst hann við myndatøkuni.

"Gódan morgun úr Havn fer ikki longur at vera fastur táttur hjá mær á facebook. Eg havi gjørt tad í 14 ár, men fari nú at gevast vid tí. Eg eri nú 81 ára gamal, men fari framvegis at fylgja vid á facebook".

Tað skrivaði Jógvan á Dul á facebook í farnu viku, nú hann gevst við fasta táttinum at leggja myndir út á facebook hvønn dag. Hóast hann gevst við at taka myndir, ætlar hann framvegis at ganga túrin.

Morgunsendingin var við, tá Jógvan gekk vanligu leiðina uttan at taka myndir. Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin omanfyri.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026