Vísindavøka – fyrilestrar

Vísindavøka '23 - Elisabeth S. Olsen, Fróðskaparsetrið
09-01-2024
Hvussu tryggja vit øllum í Føroyum fisk til matna?

Elisabeth Skarðhamar Olsen er samfelagsfrøðingur og ph.d. lesandi í humangeografi við Lancaster University í Bretlandi og gestagranskari á Søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum.

Elisabeth Skarðhamar Olsen granskar serliga í at basa sosialum ójavna og órættvísi umframt at loysa samfelagsligar avbjóðingar, ið knýta seg at altjóða umhvørvis- og veðurlagskreppuni. Í ph.d. verkætlan síni granskar hon í matpolitiskum hugsjónum, umhvørvisrættvísi og burðardyggum búskaparrelatiónum í Føroyum og í vesturafrikanska smáoyggjasamfelagnum São Tomé og Príncipe.

Í framløguni hugleiðir hon um, hvussu vit kunnu tryggja øllum íbúgvum í Føroyum fisk til matna.

Vísindavøka – fyrilestrar

Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.

Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa. 

Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.

Ferð undir havsins botni - Antropologiskar hugleiðingar um fólk og undirsjóvartunlar
10-11-2026
Stóra kreppan í 1990unum og fólkaræðið í Føroyum
03-11-2026
Hugburður til barnakoppseting í Føroyum
27-10-2026
Kirstin Eliasen: Ferðing og atburði hjá sílum í Eiðisá í Norðragøtu. 
28-10-2025
Bjarta Osberg Johansen: Kykdilvur og onnur dálkingarevni í havhesti - gongdin gjøgnum árini
28-10-2025
Barbara Thorsteinsson: FaroeMar savnar kunnleikan um havbotn
28-10-2025
Sunleif Rasmussen: Ávirkan, íblástur og skapan
28-10-2025
Herborg Líggjasardóttir Johannesen: Trygg og nýggj tøkni til fólk við diabetes 1 í Føroyum
28-10-2025
Annetta Eidesgaard: Genetisk kortlegging av bróstkrabba í Føroyum
28-10-2025
Jens Christian Svabo Justinussen: Uttanríkidpolitikkur uttan ríki
28-10-2025
Bogi Hansen: Upphitingin av føroyskum havøki - náttúrlig ella menniskjaskapt
28-10-2025
Ben Porter: Ávirkan av ljósdálking á drunnhvíta
28-10-2025