Gud man ráða, hvar vit drekka...!

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Gud man ráða, hvar vit drekka...! (2:2)
19-10-2023
Føroyskur dokumentarur
Tað prutlar undir lokinum í Føroyum fyrst í 70-árunum. Ungdómurin er ónøgdur. Á heysti 1974 kyknar upp umfatandi ófriður á Vaglinum í Havn. Politiið má brúka táragass at fáa tamarhald á støðuni. Nógv ungfólk verða handtikin. Ungdómurin leiðist við einar afturhalsdssamar og trongskygdar Føroyar, sum ikki ganga í takt við londini uttan um okkum. Løgtingið er sinnað at broyta rúsdrekkalógina, men føroyingar siga eitt rungandi nei á fólkaatkvøðu í 1973. Ólógliga sølan á svarta marknaðinum er tá vorðin so stór, at politiið ger húsarannsókn í Kelduni á Dalavegnum, sum í longri tíð hevur argað myndugleikarnar. Høvuðsmenninir verða tiknir og dømdir at sita. Tað forðar teimum kortini ikki í at halda fram við kriminella virkseminum, ...

Gud man ráða, hvar vit drekka...!

Gud man ráða, hvar vit drekka...! er ein sending um drykkjusiðir í Føroyum. Greitt verður frá allari tilgongdini fyri og eftir rúsdrekka- og útskeinkingarbannið í 1907, hvussu viðurskiftini broyttust komandi áratíggjuni, hvussu nýtslan og sølan á svarta marknaðinum vant upp á seg, til politiið í 1973 gjørdi bart og fór í hernað móti tiltiknu svartabørsmonnunum í Kelduni í Havn. 

Suni Merkistein og Hans Petur Hansen leggja til rættis 

Føroyskur dokumentarur
19-10-2023
Føroyskur dokumentarur
12-10-2023