Góðan morgun Føroyar

Nógvar eru bangnar
19-10-2023
- Vit síggja beinanvegin á teimum, um tær hava ampa av at skula kannast fyri bróstkrabba.

Tað siga Jovina Christiansen og Turid Muller, sum eru millum teirra, ið kanna kvinnur í Føroyum fyri bróstkrabba.

- Eg haldi, at vit síggja tað longu, tá vit koma eftir teimum í bíðirúminum, leggur Jovina afturat.

Partur av uppgávuni hjá teimum í mammografiini er at taka sær av kvinnunum, sum koma innar, og at greiða teimum væl frá tí sum hendir, og kanna tær væl, sjálvt um tað kann gerast pínufult.

- Uppgávan hjá okkum er at fáa so góðar myndir sum gjørligt, soleiðis at læknin sær alt tað, sum skal síggjast, og hjá summum kann tað gerast pínufult, men vit gera tað jú fyri kvinnuna, og vit royna at gera tað so skjótt og ómakaleyst sum gjørligt.

Árliga fáa 34 kvinnur í Føroyum staðfest bróstkrabba, og 2-3.000 kvinnur verða kannaðar í sama tíðarbili, veit leiðarin á røntkendeildini, Lisa Frederiksberg, at siga.

Síðan 2017 hevur mammografi-kanning staðið føroyskum kvinnum í boði, tá tær hava fylt fimmti. Hóast nógvar taka av tilboðnum, so eru tað verri enn so allar, ið koma, og nógvar av teimum siga ikki frá, at tær ikki koma.

- Vit høvdu ynskt, at tær, ið ikki ynskja at taka av tilboðnum, søgdu okkum frá, tí vit sita ofta her og bíða eftir kvinnum, sum ikki koma. Tað ber til at gera umvegis Mínboks til dømis, har innbjóðingin kemur, sigur Lisa Frederiksberg.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026
Útoyggj, Jens Midjord fótbóltsdómari
03-11-2026
Prát og veðrið
03-11-2026