Góðan morgun Føroyar

Fyritøkan Intra er ársins íverkseti
23-10-2023
Tað var greitt á ársins íverksetaradegi í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Fríggjadagin 20. oktobur skipaði Íverksetarahúsið fyri ársins íverksetaradegi, sum varð hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Heiðurin sum ársins íverkseti vann fyritøkan Intra, sum mennir og selir intranet.

Í grundgevingini stóð:

Ársins íverkseti er ímyndin av íverksetan. Ársins íverkseti hevur ment eina vøru, ið er eitt hent amboð hjá alskyns fyritøkum og stovnum bæði í Føroyum og uttanlands.

Fyritøkan er sera skjót at tillaga sína vøru til tað, sum marknaðurin ynskir. Hetta ger vøruna til nakað serligt og eyðkennir eisini teirra máta at arbeiða uppá.

Fyritøkan hevur megnað at gera seg galdandi í kappingini bæði á føroyska og útlendska marknaðinum. Marknaðurin hjá fyritøkuni kann vera allur heimurin, og tí hevur ársins íverkseti eisini týdning fyri føroyska vinnulívið og samfelagið.

Ársins Íverkseti hevur havt góð fíggjarlig úrslit, síðan fyritøkan varð sett á stovn, og er tí eisini ein fyrimynd á hesum økinum fyri aðrar nýggjari fyritøkur. Umleið 7 fólk eru knýtt at fyritøkuni.

Við sínum dirvi, áræði og nýhugsni hevur Ársins Íverkseti ikki bert lagt seg eftir eini ávísari vinnugrein ella einum ávísum marknaði, men heldur víst á broytingarsinni í sínari tilgongd.

Tað eru teir báðir Jaspur Langgaard og Reimund Langgaard, sum eiga og reka fyritøkuna, sum í ár fær heiðurin Ársins Íverkseti.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026
Útoyggj, Jens Midjord fótbóltsdómari
03-11-2026
Prát og veðrið
03-11-2026