Góðan morgun Føroyar

Royn 100 ár
24-10-2023
Bóltfelagið Royn í Hvalba var stovnað 23. oktobur 2023

Á stovningarfundi visti eingin, hvat navn hóskaði seg best, men hetta at spæla fótbólt skuldi so roynast, og sum gamalt orðafelli var í Hvalba, varð sagt aftur og aftur: "Kom gamli, royn, lat okum royna sum frægast, kom nú". Avgjørt varð so bara at kalla felagið Royn.

Ítróttaliga hevur Royn havt fleiri góð tíðarskeið. Millum annað vann felagið meðaldeildina í 1946 ímóti liðum sum HB, KÍ, B36 og TB. Í 70'unum og 80'unum vóru eisini fleiri góð ár.

Vøllurin í Hvalba hevur havt fleiri staðsetingar, áðrenn hann endaði á Skørinum. Longu í juni 1941 var vøllurin eftir tátíðar metum ein tann besti í landinum, tí hinir vøllirnir vóru flest allir av gróti og eyðri, meðan hesin var av sandi. Summarið 1991 varð so endalig støða tikin til, at vøllurin skuldi vera ein grasvøllur, soleiðis sum hann nú altíð hevði verið.

Felagið fekk ítróttahøll, ið varð vígd 27. oktobur 1973, tá ið 50 ára haldið varð hildið. Tá var ætlanin, at høllin skuldi nýtast til innandurafótbólt, hondbólt, badminton, fimleik, borðtennis og flogbólt.

Kelda: bolt.fo

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026
Útoyggj, Jens Midjord fótbóltsdómari
03-11-2026
Prát og veðrið
03-11-2026
Seyðahúsið við ánna, føroyskur dansur
02-11-2026