Góðan morgun Føroyar

Børnini í Føroyum nógv smædnari enn í Kenja
24-10-2023
Tað er ungdómstoymið í Kringvarpinum, Biit, ið stendur fyri heimildarfilminum, Ein annar veruleiki, sum verður vístur í sjónvarpinum í kvøld

Fyri níggju árum síðani flutti Angel Nashami úr Kenja til Føroya. Hon byrjaði í 5. flokki í Eysturskúlanum í Havn.

Tað var ein ógvuliga stór broyting, ásannar hon. Málið var ein avbjóðing, men tað vísti seg eisini at vera trupult at koma í samband við børnini. Tey vóru als ikki líka opin sum børnini í Kenja.

Í Eysturskúlanum komu Angel Nashami og Anna Joensen-Næs at kennast. Tær blivu góðar vinkonur.

Fyri hálvum øðrum árum síðani fór Anna við Angel til Kenja at síggja og uppliva landið, har Angel er uppvaksin.

Burturúr ferðini kom heimildarfilmurin, Ein annar veruleiki.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026
Útoyggj, Jens Midjord fótbóltsdómari
03-11-2026
Prát og veðrið
03-11-2026
Seyðahúsið við ánna, føroyskur dansur
02-11-2026
Prát og veðrið
02-11-2026