Góðan morgun Føroyar

90 ára gamla hornorkestrið í besta blóma
24-10-2023
Hóast høgan aldur er hornorkestrið hjá Frelsunarherinum virkið og væl umtókt. - Vit leggja okkum eftir upplyftandi tónum og tí góða boðskapinum, sigur Finngerð D. Olsen.

Trummur, horn og trompet. Gjarna eitt upplyftandi lag og aloftast í valstakt.

Hetta er tað, sum eyðkennir tónleikin hjá hornorkestrinum hjá Frelsunarherinum, sum fyllir 90 ár. Føðingardagurin var 23. oktober 2023.

Hóast høgan aldur er hornorkestrið hjá Frelsunarherinum, sum telur 16 orkesturlimir, virkið og væl umtókt.

- Umframt, allar tær vanligu uppgávurnar sum til dømis at spæla á ólavsøku, uttan fyri Landssjúkrahúsið á jólum og so framvegis, eru vit javnan úti og spæla fyri fólkum, sum hava eitt nú rundan føðingardag. Tað er ein rættiliga stuttlig uppgáva, tí fólk eru ofta við upp á tað og eitt sindur annarleiðis tíðliga um morgunin, sigur Finngerð Djurhuus Olsen. Hon er fyrrverandi musikkmeistari og nú varamusikkmeistari í hornorkestrinum.

Í morgunsendingini hyggur hon aftur á tey 90 árini, hornorkestrið hevur á baki og greiðir frá virkseminum hjá Frelsunarherinum, sum næsta ár kann hátíðarhalda 100 ára føðingardag.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026
Útoyggj, Jens Midjord fótbóltsdómari
03-11-2026
Prát og veðrið
03-11-2026