Varðhaldsfongslingin hjá øðrum manninum liðug í dag

Varðhaldsfongslingin hjá øðrum manninum liðug í dag
Ákæruvaldið hevur fingið at vita, at stóra hassjmálið verður kanska tikið uppaftur í januar
Føroya rættur. (Savnsmynd)
 
27.10.2023 - 08:11

Í dag er varðhaldsfongslingin hjá øðrum manninum í stóra hassjmálinum liðug, um hon ikki verður longd.

Hon var annars liðug í gjár, men verjin, Mira Tøfting, boðaði frá, at maðurin, sum er í varðhaldi í Danmark, játtaði, at hon helt fram til í dag.

Ákæruvaldið læt hin mannin leysan mikudagin.

Menninir eru ákærdir fyri at smugla ávikavist sløk 26 og sløk 16 kilo av hassji til Føroya.

 

Annar maðurin er latin leysur

Ákæruvaldið kravdi, at báðir vóru verandi í varðhaldi til í gjár. 

Men Føroya rættur gjørdi av fyri eini viku síðani, at annar maðurin skuldi latast leysur.

Tann úrskurðin sendi ákæruvaldið til Landsrættin.

Verjin hjá hinum manninum kærdi avgerðina um framhaldandi varðhaldsfongsling.

Tann maðurin, sum nú er latin leysur, hevur verið í varðhaldi síðani november í fjør. 

 

Byrjar kanska aftur í januar

Ákæruvaldið hevur fingið at vita, at málið kanska byrjar aftur í Føroya rætti í januar.

Skuldi maðurin verið í varðhaldi til tá, var vandi fyri, at dómurin, hann kann fáa, verður styttri í døgum enn varðhaldsfongslingin.

Í gjár var einki svar komið frá Landsrættinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328