Stóra Dímun

Stóra Dímun (2:2)
09-11-2023
- føroysk dokumentarstuttrøð

Í 12 ár hava tvey húski búð í Stóru Dímun og fýra vaksin fólk hava verið felags um arbeiðið á garðinum. Men síðani í fjørheyst hava bóndahjúnini Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen verið einsamøll og gjørt alt tað dagliga arbeiðið í oynni. Beiggi Evu, Janus úr Dímun og konan Erla og tey trý børnini, eru nú flutt til heimbygdina hjá Erlu, Vestmanna, at búgva.

Eva og Jógvan Jón trívast framvegis líka væl í oynni, og fyri tey er arbeiðsuppgávan á garðinum enn líka spennandi. Tey hava tó lagað virksemið á garðinum eftir, at tey nú eru tvey ístaðin fyri fýra vaksin fólk at gera arbeiðið.

Í tveimum sjónvarpssendingum fylgja vit teimum báðum í dagliga arbeiðnum. Hvønn dag eru tey í gongd við ymsar uppgávur, og tey leggja arbeiðið til rættis eftir veðrinum. Vit síggja m.a., tá tarvkálvarnir verða dripnir, og vit eru við í ymsum øðrum uppgávum. Seyðurin er høvuðsvinnan á garðinum, men tey hava eisini mairøtur og annan vøkstur, og tey eru nú farin undir eina nýggja og spennandi verkætlan at gera rabarbubryggj.

Um heystið, tá fjøllini verða gingin og flettingin fer fram, og til aðrar størri uppgávur, koma familja og vinir út at hjálpa bóndafólkunum.

Dóttirin Døgg er viðhvørt úti í oynni og hjálpir foreldrunum. Hon er tað eldra av børnunum, og hon sigur, at tað kann væl hugsast, at hon ein dag fer at festa garðin í Stóru Dímun.

Eva og Jógvan Jón hava búð fast í Stóru Dímun í 20 ár, og Eva tók við festinum eftir pápan Óla Jákup 1. oktober í 2011. Hon er 8. ættarlið á garðinum. Jógvan Jón røkir el-verkið hjá SEV í oynni og er eisini avgreiðslumaður hjá tyrluni og hevur ábyrgdina av vitanum.

Lagt til rættis: Tórður Mikkelsen.

Stóra Dímun

Í 12 ár hava tvey húski búð í Stóru Dímun og fýra vaksin fólk hava verið felags um arbeiðið á garðinum. Men síðani í fjørheyst hava bóndahjúnini Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen verið einsamøll og gjørt alt tað dagliga arbeiðið í oynni. 

Í tveimum sjónvarpssendingum fylgja vit Evu úr Dímun og Jógvan Jón Petersen, sum nú eru einsamallir festarar á Stóru Dímun. Vit eru við í dagliga arbeiðnum, har hvør dagur verður lagdur til rættis eftir veðrinum. 

- føroysk dokumentarstuttrøð
09-11-2023
02-11-2023