- Tíðindi, mentan og ítróttur
SEV-linjurnar lægri enn mett

Linjurnar hjá SEV um Lorvíksfjørð eru 47 metrar yvir sjónum. Tað vísa nýggjar mátingar, upplýsir MRCC.

Broytingarnar verða dagførdar í sjókortunum, og ferðslan í Leirvíksfirði verður biðin um at vera ansin. Í summar komu linjurnar í skorsteinin á stóra ferðamannaskipinum, Jewel of the Seas, sum vitjaði í Norðhavnini í Klaksvík.

Ikki trupulleikar fyrr

Jewel of the Seas hevði fyrr siglt gjøgnum Leirvíksfjørð uttan trupulleikar. Sambært kortunum hjá skipinum var fríhæddin upp til linjurnar 60 metrar. Jewel of the Seas er millum 53 og 54 metrar høgt.

Ein av manningini fekk løstir av hendingini. Nú er so staðfest, at hæddin upp til linjurnar er 47 metrar, ella 13 metrar lægri, enn kortini hjá ferðamannaskipinum vístu.