Skjóta seinasta skotið í dag

Skjóta seinasta skotið í dag
Anfinn Johannesen úr Dali trýstir á knøttin, tá seinasta skotið í tunlinum til Dals verður latið av seinnapartin
Dalstunnilin er 2.200 metrar langur og 8 metrar breiður.
 
09.11.2023 - 08:28

Klokkan 15 í dag verður hátíðarhald í Dali í sambandi við, at seinasta skotið í nýggja tunlinum til bygdina verður latið av.

Tað verður Anfinn Johannesen, sum fer at trýsta á knøttin at skjóta seinasta skotið í tunlinum.

Anfinn Johannesen er dalbingur og starvaðist sum maskinførari hjá Landsverki í góð 40 ár frá 1973 til 2013. Ein av uppgávunum hjá honum hesi árini var at halda bratta vegin til Dals opnan fyri kava.

 

Vegurin stongdur

Hátíðarhaldið í dag ger eisini, at vegurin millum Húsavík og Dal, eisini nevndur Dalsvegurin, verður stongdur í umleið ein tíma frá klokkan 14.30 til 15.30.

Landsverk sigur, at bilar kunnu parkera við bygdarhúsið í Húsavík, haðani bussur koyrir klokkan 14.15 til hátíðarhaldið.

Tá ið seinasta skotið er latið av, bjóðar Landsverk til kaffi og køkur í gamla skúlanum í Dali, har øll eru vælkomin.

Dalstunnilin er 2.200 metrar langur og 8 metrar breiður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711