- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beautyvarpið
Tanja er fødd í Serbia; men flutti til Føroya við familjuni, tá hon var lítil. Í Beautyvarpinum tosar hon um sín uppruna, og hvussu hon og Pól Jóhannus hittust tilvildarliga í býnum og avtalaðu at gera eitt Beautyvarp. Tey bæði tosa eisini um fyribrigdi Sleep Paralysis, sum Pól Jóhannus upplivdi herfyri. Tanja tosar eisini um arbeiðið í Heygabúðini og eina keðiliga uppliving við einum kunda, sum endaði við at verða dømdur fyri at hava verið ónærisligur móti henni. Hárbleiking er eisini evni í hesum parti. Tanja hevur roynt mangt og hvat, áðrenn hon lendi við tí hárlitinum, hon nú hevur.
Beautyvarpið
Beautyvarpið er eitt frírúm, har vit blanda saman smyrsl og samrøðu.
Til hvønn part hevur Pól Jóhannus ein nýggjan gest við sær inn í sminkirúmið, har tosað verður um leyst og fast - alt frá góðum ráðum um smyrsl til samfelagslig viðurskifti.
Lagt til rættis: Pól Jóhannus Toftegaard Larsen
Upptøka: Dina Fríða Poulsen
Myndaviðgerð: Jakob Jørgensen
Redaktørur: Finnur Koba