Dátueftirlitið: Upplýsingar eiga ikki at fara í skeivar hendur

Dátueftirlitið: Upplýsingar eiga ikki at fara í skeivar hendur
Júst hetta er feilurin, sum Løgmálaráðið hevur gjørt í málinum um undirskriftirnar, sigur stjórin í Dátueftirlitinum
Tóri Højgaard er stjóri í Dátueftirlitinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.11.2023 - 13:15

- Tá ið tú sum myndugleiki hevur fingið upplýsingar um fólk, skalt tú tryggja tær, at tær ikki fara í skeivar hendur. Og júst hetta er feilurin hjá Løgmálaráðnum. 

Tað sigur Tóri Højgaard, stjóri í Dátureftirlitinum, nú tað er komið fram, at Løgmálaráðið hevur latið innsavnaðar undirskriftir hjá Sjálvstýrinum í óviðkomandi hendur. 

Dátueftirlitið hevur fingið fráboðan frá Løgmálaráðnum um trygdarbrot, í sambandi við undirskriftirnar.

 

Løgmálaráðið útflýggjaði undirskriftirnar, sum Sjálvstýri hevði savnað inn, eftir øllum at døma uttan at hava kannað málið nóg væl,  men í gjár vóru undirskriftirnar latnar Løgmálaráðnum aftur. 

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

23112023_Tori_um_unidirskiftir

 

Nella Festirstein, aðalstjóri í Løgmálaráðnum, vil ikki gera samrøðu, men sigur í stuttari viðmerking, at tey harmast um hendingina, og at tað ikki fer at henda aftur.

Hon sigur eisini, at Løgmálaráðið helt, at tá ið talan var um persón, sum hevði tilknýti til Sjálvstýri, var tað í lagi at útflýggja skjølini. 

John Rajani, løgmansstjóri, vil heldur ikki gera viðmerkingar til málið. 

.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542