Krafta ætlar at byggja oljugoymslu á Hulki

Krafta ætlar at byggja oljugoymslu á Hulki
Umsókn verður í næstum send Umhvørvisstovuni um umhvørvisgóðkenning
Oljutangarnir, sum ætlanin er at seta upp á Hulki, eru av somu stødd sum teir, ið standa á Viðarnesi í Havn. (Savnsmynd)
 
28.11.2023 - 08:36

- Skal oljufelagnum verða lív lagað, mugu vit hava oljugoymslu.

Tað sigur Rói Kalsø, stjóri í oljufelagnum Krafta, nú felagið og Sjóvar kommuna eru samd um at vísa á eitt øki á Hulki á Strondum til at byggja oljugoymslu á.

Avtala verður gjørd millum Krafta og Sjóvar kommunu um oljugoymsluna, treytað av at øll loyvi verða fingin. 

Umsókn verður í næstum send Umhvørvisstovuni um umhvørvisgóðkenning. 

 

Rói Kalsø er stjóri í Krafta. 

 

5.000 rúmmetrar

Oljugoymslan á Hulki verður 5.000 rúmmetrar til støddar, við tveimum tangum, sum taka 2.500 rúmmetrar hvør.

Gongst sum ætlað, verður oljugoymslan klár at taka í nýtslu um ársskiftið 2024-25.

Hoyr samrøðu við Róa Kalsø, stjóra í Krafta, í útvarpstíðindunum:

 

28112023_KRAFTA


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541