Yngri Læknar: Mugu fáa fólk at støðast í heilsuverkinum

Yngri Læknar: Mugu fáa fólk at støðast í heilsuverkinum
Turið Jónleyg Rein er nýggj forkvinna í felagnum Yngri Læknar Føroyar
Turið Jónleyg Rein hevur tikið við sum forkvinna í felagnum Yngri Læknar Føroyar eftir Marnar Fríðheim Kristiansen, sum hevur verið formaður seinastu fýra árini.
 
28.11.2023 - 13:33

Tað týdningarmesta er at fáa fólk at støðast í heilsuverkinum her við at skapa trivnað og útbúgvingarmøguleikar, tí eftirspurningurin er stórur eftir læknum í londum uttan um okkum.

Tað sigur nýggja forkvinnan í felagnum Yngri Læknar Føroyar, Turið Jónleyg Rein.

Í sambandi við aðalfundin herfyri, nevnir felagið fyri yngri læknar vaksandi trýstið á heilsuverkið og áhaldandi trýstið á arbeiðsumhvørvið hjá læknum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

28112023_Turid_J__Rein


Hini í nevndini í felagnum fyri Yngri Læknar Føroyar eru Aksel Kambsskarð Berg, sum er næstformaður, Rebekka Blak, Billa Foldbo, Bára Randrup, Barbara Eysturoy og Eyðbjørg Gaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026