Teistin kanska á Kalsoyarleiðina

Teistin kanska á Kalsoyarleiðina
Teistin kann, sum nú er, ikki fara í rutusigling á Kalsoyarleiðini, men um nakrar tillagingar verða gjørdar á Syðradali og í Klaksvík, ber væl til at sigla har.
28.11.2023 - 21:00

Í síðstu viku var Teistin í Nólsoy fyri at vita, hvussu skipið royndist har. Í dag varð siglt á Kalsoyarleiðini. Fleiri fólk á Strandferðsluni vóru við; eisini var umboð fyri Landsverk, sum umsitir ferjulegurnar, við. 

Tað var ikki nakrar trupulleiki hjá Teistanum at koma til Syðradals ella til Klaksvíkar, men nakrar tillagingar mugu gerast á ferjulegunum, um Teistin skal sigla har í framtíðini.

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2024 er ætlanin selja Teistan. Landsstýrið væntar at fáa 30 milliónir krónur fyri skipið.

Magnus Olsen, skipari á Teistanum, heldur tó ikki, tað er rætt at selja skipið, sum er frá 2001 og millum tey nýggjastu í flotanum hjá Strandferðsluni.
 

Hellir meir til Teistan á Kalsoyarleiðini

Niels Juel Arge, stjóri í Strandferðsluni heldur, at tað sum loysir seg best í longdini, er at gera nakrar tillagingar á ferjulegurnar á Syðradali og í Klaksvík, so at Teistin kann sigla har í framtíðini.

Hvussu nógv tað fer at kosta er ikki greitt enn.

Hann sigur, at tað er neyðugt at hava størri rampu á Syðradali í framtíðini. Hann heldur, at tað eins væl kann gerast nú.

Harumframt eru avbjóðingar við 43 ára gomlu Ternuni, um hon skal sigla á Kalsoyarleiðini.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290