Vilja hava sálarfrøðingar í starv í fólkaskúlanum

Vilja hava sálarfrøðingar í starv í fólkaskúlanum
Sálarfrøðingar høvdu kunnað loftað trupulleikum, áðrenn teir sleppa at vaksa, sigur formaðurin í Skúlaleiðarafelagnum
Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík hevur í hálvt triðja ár havt skipan við sálarfrøðingi á skúlanum, og hon hevur roynst væl.
 
29.11.2023 - 13:14

- Vit mæla til, at sálarfrøðingar verða settir í starv í fólkaskúlanum.

Tað sigur Jónleif Johannesen, varaskúlastjóri í Runavíkar skúla og formaður í Skúlaleiðarafelagnum

 

Jónleif Johannesen er formaður í Skúlaleiðarafelagnum. 

 

Hann heldur, at sálarfrøðingar í fólkaskúlanum høvdu kunnað loftað fleiri trupulleikum, áðrenn teir sleppa at vaksa seg stórar.

Á Skúlatrøð í Klaksvík hava tey havt skipan við sálarfrøðingi í skúlanum í hálvt triðja ár, og hon hevur víst, at tørvur er á slíkum tilboði.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
 

 

29112023_Jonleif

 

Rói Huusgaard Eysturdal, lærari, og Sára Gullfoss, heilsufrøðingur. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Rói Huusgaard Eysturdal, lærari á Skúlanum á Fløtum, sigur, at loysnin ikki neyðturviliga er at seta sálarfrøðingar á øllum skúlum.

Hann og Sára Gullfoss, heilsufrøðingur á Skúlanum á Fløtum, vóru í Breddanum fyrrapartin, og tey vístu á, at brúkiligar skipanir eru longu í skúlunum:

 

 

29112023_Roi_og_Sara

 

Sí videobrot úr Breddanum:

 

ROI_SARA_

 

Evnið í Breddanum í dag var sálarhjálp til børn og ung. Øll sendingin kann hoyrast her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634