Pjøppa og Goffi

Pjøppa og Goffi 24. partur (24:24)
24-12-2004
Jólakalendari í 24 pørtum frá 2004. Vættrarnar, Pjøppa og Goffi leita eftir ein góðum stað, har tey kunnu vera og búgva. Tey hava leitað og leitað í steinum og í heyggjum, men alt verður sprongt og grivið burtur. Men nú sær út til, at tey hava funnið eitt gott og friðarligt stað at búgva í. Hóast tað hesa ferð er nær við, har fólk búgva. Hvønn dag í jólamánaðinum finna tey ymiskt spennandi og stuttligt og sum kann brúkast skilagott. Og tey bæði duga eisini væl at finna uppá. - Sendingarnar vóru tiknar upp í hølunum hjá Tjaldurs Apoteki á Staravegi í Havn. Eir í Ólavsstovu og Páll Danielsen hava skrivað og spæla leiklutirnar sum Pjøppa og Goffi. Marjun Jóhannesardóttir, Jóannes K. Andreasen og Edward Fuglø hava staðið fyri búnunum, tingunum og pallinum. Bjørg Mohr Anderssen, fotografur, hevur filmað og staðið fyri upptøkunum, Alexander Gaard Joensen hevur tikið upp ljóðið, og Johannes Danielsen hevur sett alt saman. J. Herluf Sørensen er framleiðarin.

Jólagávur og jólamatur
Pjøppa og Goffi gevur sær sjálvum gávur. Og bestu jólagávurnar eru hvørki harðar ella bleytar.
Tað er jólamatur.

Pjøppa og Goffi

Jólakalendari í 24 pørtum frá 2004.
Vættrarnar, Pjøppa og Goffi leita eftir ein góðum stað, har tey kunnu vera og búgva.
Tey hava leitað og leitað í steinum og í heyggjum, men alt verður sprongt og grivið burtur.
Men nú sær út til, at tey hava funnið eitt gott og friðarligt stað at búgva í. Hóast tað hesa ferð er nær við, har fólk búgva.
Hvønn dag í jólamánaðinum finna tey ymiskt spennandi og stuttligt og sum kann brúkast skilagott. Og tey bæði duga eisini væl at finna uppá.
-
Sendingarnar vóru tiknar upp í hølunum hjá Tjaldurs Apoteki á Staravegi í Havn.
Eir í Ólavsstovu og Páll Danielsen hava skrivað og spæla leiklutirnar sum Pjøppa og Goffi.
Marjun Jóhannesardóttir, Jóannes K. Andreasen og Edward Fuglø hava staðið fyri búnunum, tingunum og pallinum.
Bjørg Mohr Anderssen, fotografur, hevur filmað og staðið fyri upptøkunum, Alexander Gaard Joensen hevur tikið upp ljóðið, og Johannes Danielsen hevur sett alt saman.
J. Herluf Sørensen er framleiðarin.