Reyði Krossur Føroya: Hálv millión til neyðstødd í Myanmar

Reyði Krossur Føroya: Hálv millión til neyðstødd í Myanmar
Peningurin fer fyrst og fremst til at styrkja førleikarnar hjá Reyða Krossi at veita sálarliga fyrstuhjálp til børn og ung
Børn noyðast at búgva í ovurfyltum legum, í frumskóginum ella øðrum fyribils skjólum. 
Mynd: Reyði Krossur  
 
30.11.2023 - 15:26

Við stuðli frá landsstýrinum hevur Reyði Krossur Føroya latið 500.000 krónur til at styrkja arbeiðið at betra um sálarheilsuna hjá neyðstøddum í Myanmar.

Serliga fer peningurin til at styrkja førleikarnar hjá Reyða Krossi í Myanmar at veita sálarliga fyrstuhjálp til børn og ung, umframt at seta á stovn barnavinarlig rúm í neyðstøðum.
 
Í grundgevingini fyri at lata stuðulin, skrivar Reyði Krossur, at samanbrestir eru millum vápnaðar bólkar, og vatnflóð og trupul atkomuviðurskifti gera tí longu sváru humaniteru støðuna í Myanmar enn verri. 

 

Rikin frá húsi og heimi

Fleiri enn tvær mió. fólk eru rikin frá húsi og heimi. Umleið 40 prosent av teimum eru børn, sum nú noyðast at búgva í ovurfyltum legum, í frumskóginum ella øðrum fyribils skjólum. 

Heimleysar familjur liva undir sera ótryggum viðurskiftum og stríðast fyri at fáa mest grundleggjandi tørv á reinum vatni, mati, heilsu- og reinførisviðurskiftum nøktaðan.

Hendan støðuga strongdin og óttin hava ógvusligar avleiðingar við sær, bæði fyri kropp og sinn, og serliga er sálarheilsan hjá børnum og ungum í vanda, skrivar Reyði Krossur Føroya.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136