PISA-kanning: Vánaligasta úrslitið í støddfrøði higartil

PISA-kanning: Vánaligasta úrslitið í støddfrøði higartil
Kanningin, sum var gjørd í fjør, var kunngjørd í dag
Poul Geert Hansen, aðalstjóri, og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, vóru hugsunarsamir, tá úrslitið av PISA-kanningini var kunngjørt seinnapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.12.2023 - 15:13

Føroyskir fólkaskúlanæmingar hava stóra afturgongd í støddfrøði og lesing.

Tað staðfestir nýggjasta PISA-frágreiðingin, sum vísir lakasta og vánaligasta úrslitið higartil.

Í støddfrøði fingu føroysku fólkaskúlanæmingarnir 446 PISA-stig í miðal. Tað er lakasta føroyska úrslitið higartil. Afturgongdin er 45 stig samanborið við úrslitið í 2018.

 

Skelkandi úrslit

Sambært frágreiðingini er føroyska PISA-úrslitið í støddfrøði skelkandi.

Miðal PISA-stigið hevur ikki verið lægri, og ørkymlandi er eisini, at meiri enn triði hvør næmingur hevur ikki støddfrøðiligu førleikarnar, sum skulu til fyri at virka fult og heilt í nútíðarsamfelagum. 

Bólkurin, sum hevur staðið fyri frágreiðingini, sigur, at úrslitið eigur at vera tikið í álvara.

 

Frá framløguni av PISA-kanningini í Kongshøll seinnapartin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Eisini í Danmark

Í Danmark er afturgongdin eisini stór. Úr 509 niður í 489 PISA-stig, sum eisini er lakasta úrslit hjá dønum higartil.

Hóast ringa úrslitið hjá dønum, so fáa danir besta úrlitið samanborið við hini Norðurlondini í 2022.

Les alla kanningina her.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.

 

Sí framløguna av PISA-kanningini her:

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815