40 mál skrivað í ferðslukanning í Suðuroy

40 mál skrivað í ferðslukanning í Suðuroy
Bilførarar vóru skrivaðir fyri millum annað ikki at hava koyrikortið við sær, fyri at koyra við slitnum dekkum ella summardekkum í hálkuni
Mánadagin vóru skrivað 21 mál, og 20 vóru skrivað í gjár. (Savnsmynd)
 
06.12.2023 - 08:49

Mánadagin og í gjár gjørdi politiið ferðslukanningar í Suðuroynni.

Mánadagin vóru skrivað 21 mál, og 20 vóru skrivað í gjár.

Ferðslukanningar vera eisini gjørdar í Suðuroynni í dag.

 

Slitin dekk

Bilførarar vóru skrivaðir fyri millum annað ikki at hava koyrikortið við sær, fyri at koyra við slitnum dekkum ella summardekkum í hálkuni.

Reglur eru eisini um píkadekk. Størri munur enn 25 prosent má ikki vera á tí dekkinum, sum hevur flestar píkar, og tí, sum hevur fæstar píkar.

Eisini vera tey skrivað, sum ikki brúka trygdarbelti ella brúka telefon, meðan tey koyra.
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210