The Longest Johns á Gøtusand

The Longest Johns á Gøtusand
"Drunken Sailor", "Wellerman", "Santiana" og "Bones in the Ocean" fara at ljóma um alla bygdina, tá ið The Longest Johns fer á pallin á sandinum á G! í Syðrugøtu. 
The Longest Johns syngja og spæla lystiliga á millum annað pumpuorgul, gittar og mandolin, og onkuntíð tríva teir í reinan a capella sang
 
13.12.2023 - 09:05

Triðja mikudag á rað kunnger G! eitt útlendskt navn, ið verður at hoyra á festivalinum í summar.

Hesa ferð er tað The Longest Johns úr Bristol, Onglandi. 

"Tað er torført at ímynda sær nakað hugnaligari enn at standa við sandi millum tærnar á Gøtusandi og anda rákan av sjóroki og syngja enskar sjómansvísur," skrivar G! festivalurin í tíðindaskrivi.

 

Sjómansvísur

The Longest Johns byrjaði at spæla fyri góðum tíggju árum síðani.

Frá fyrsta degi vóru teir drivnir av alskinum til sjómansvísur.

Tá ið innspæling teirra av gamla lagnum "The Wellerman" tók dik á seg, fóru øll brádliga at práta um "Sea Shanties".

Hetta setti gongd í alla ta alduna, sum fleiri onnur síðani eisini hava riðið væl á. 

 

Hjartaligt og sjórænarasligt

The Longest Johns hevur latið úr hondum fleiri útgávur við gomlum sjómansvísum og egnum tilfari.

Teir syngja og spæla lystiliga á millum annað pumpuorgul, gittar og mandolin, og onkuntíð tríva teir í reinan a capella sang.

"Tað er hjartaligt, inniligt, erligt og ikki sørt sjórænarasligt," boðar G! festivalurin frá. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858