Vín fyri nýbyrjarar

Mynd umvegis www.spotlightlimousine.ca/winetastingtoursc14.php
Vín fyri nýbyrjarar
Hevur tú upplivað at verið til eitt borðhald, har tú ikki hevur vitað, hvussu tú skalt drekka vín? Her eru nøkur grundleggjandi ráð um, hvussu tú handfer vín fyri ikki at síggja heilt býtt/ur út.
03.10.2013 - 13:00

 

Tað eru fleiri spælireglur, ein skal yvirhalda fyri at fáa tað besta burturúr upplivingini av víni. Nógv av hesum kann tykjast tvætlut, men alt hevur eina meining og er við til at betra um smakkin.

 

So hvat er tað mest umráðandi, ein skal vita og minnast til, tá ein vínfløska skal á borðið, og mann skal síggja út sum ein garvaður vínkennari?

 

 

Servering:

 

Trekk fløskuna upp ein til tveir tímar, áðrenn hon verður serverað. Hetta gert tú, fyri at hon skal ilta og vinna góðsku. Men ofta er hetta ikki nokk, og tí kann vera neyðugt at ilta vínið enn meira. T.d við at tú stoytir vínið í eina aðra fløsku og so í fløskuna aftur. Hetta er tó ikki neyðugt at gera við hvítvín og eldri reyðvín.

 

Hvítvín serverast kalt við 8 - 11°C og reyðvín serverast við 16 - 20°C (stovutemperatur).

 

Brúka eina hond at skeinkja við, og tú kanst væl stoyta eitt sindur ógvusligt, so tað plaskar, tí so loysast aromairnar, og vínið gerst betri. Minst til at snara fløskuni eitt vet, so vín ikki dryppar og rennir niður eftir fløskuhálsinum.

 

Vínglasið verður fylt ein triðing upp við víni. Tí so gerst pláss fyri anganum at savnast í glasinum, eins og mann eisini fær svingað glasið uttan at hvølva.

 

 

Gløsini:

 

Víngløs boga inn eftir, tí tað ger, at angin verður savnaður í glasinum. Tey skulu vera klár og ikki hava litir ella mynstur í sær.

 

Reyðvínsgløs eru stór og víð, soleiðis at vínið fær pláss at anda. Luftin, sum fyllist í glasinum, er við til at upploysa aromairnar í víninum, og hetta ger vínið munandi betri. 

 

Hvítvínsgløs eru minni og smalri enn reyðvínsgløs, so at vínið heldur sín kalda temperatur.

 

Fleiri aðrir variantar av gløsum eru til. T.d. eru champagnugløs long og smøl, og hetta er einans, tí tað sær vakurt út, tá perlurnar ferðast upp eftir glasinum.

 

 

Tá tú drekkur:

 

Halt í stelkinum, ikki í ”skálini”! Um tú heldur í skálini, kann vínið upphitast av hondini, og skálin fær feittfingrar á seg. Harumframt sær tað kiksað út.

 

Svinga glasið runt, so vínið melur runt í glasinum. Vínið opnast av hesum, og tað fær ein munandi sterkari anga og betri smakk.

 

Lukta vínið – ver ikki bangin fyri at stinga nøsina niður í glasið og taka eitt ordiligt snodd.

 

Elg ikki vínið í teg, eins og tú gert við øl. Drekk við smáum sopum, og hav gjarna vínið í munninum eina løtu.

 

Vínið kann lyfta matin munandi hægri upp, og tá tað eydnast væl, ganga matur og vín upp í eina hægri eind.

 

 

Minst til hesi ráðini, og tað verður nakað serstakt at drekka vín fyri teg!

 

 

 

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.