Mýrarnar tala

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Mýrarnar tala
27-12-2023
- føroyskur dokumentarur
Heimildardokumentarur um, tá ið torvið fór í søguna fyri útvið 60 árum síðani. Eitt summarið fyri góðari hálvari øld síðani var 72-ára gamli Símun Højgaard á heiðuni í Rituvík og skar torv. Árið varð helst 1966. Hetta var eitt av teimum seinastu árunum, at føroyingar skóru torv av týdningi, eftir at torvið hevði verið høvuðsorkukeldan í Føroyum heilt frá landnámstíð. Eitt tíðarskeið í Føroya søgu var av. Hepnið vildi, at ein ungur amatørfotografur úr Sandvík var á staðnum og fangaði løtuna við sínum 8 mm Canon filmsupptakara. Saman við vinmanninum, Jóhan Højgaard úr Havn, hevði Sune Joensen sett sær fyri at skjalfesta ein part av føroyskari arbeiðsmentan og siðsøgu, sum um hetta mundið var komin fram at gravarbakkanum. Í me...

Mýrarnar tala

Heimildarsending um tá ið torvið fór í søguna fyri útvið 60 árum síðani.

Lagt til rættis hava Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen.