Nøgd við at ræðuleikarnir í Gaza eru komnir á breddan

Nøgd við at ræðuleikarnir í Gaza eru komnir á breddan
Tey, ið standa aftan fyri fylkingina "Samhugi við Palestina", eru nøgd við, at tað nú verður tosað um ræðuleikarnar í Gaza, hóast landsstýrið ikki vil fordøma ræðuleikarnar
Fylkingin "Samhugi við Palestina" harmast um, at løgmaður ikki vildi fordøma ísraelsku bumbuálopini í Gazageiranum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.12.2023 - 14:20

"Vit eru nøgd, tí nú verður tosað um ræðuleikarnar í Gaza," sigur Poul Kjartan Matras, talsfólk fyri "Samhugi við Palestina". 

Í gjár handaðu tey løgmanni yvir 600 undirskriftir, har tey vildu hava løgmann at fordøma ísraelsku álopini í Gaza.

 

Poul_Kjartan_Samhugi_vid_Palestina_19122023

 

Tað var tó ikki tað, sum Aksel V. Johannesen, løgmaður, gjørdi, tá ið hann fekk undirskriftirnar handaðar. 

Fólkini handan "Samhugi við Palestina" kundu ynskt sær, at løgmaður fordømdi álopunum, men hóast tað eru tey nøgd. 

Aftur í nátt hava ísraelsku bumbuálopini í Gaza gjørt stóran skaða, og fleiri fólk hava latið lív. 


Hesin løstaði maður, ið liggur á sjúkrahúsi, biður sonin, ið læt lív í einum ísraelskum bumbuálopi í nátt í Rafah har suðuri í Gazageiranum, farvæl (Mynd: Mohammed Abed/AFP/Ritzau Scanpix)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672