Siglir nú seinastu túrarnar um skopunarfjørð

Siglir nú seinastu túrarnar um skopunarfjørð
Í løtuni ganga og renna 1950 fólk í Sandoyartunlinum
Nógv verður gjørt burturúr, nú gamla sjóvegis farleiðin um skopunarfjørð verður søga.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.12.2023 - 11:04

Teistin siglir nú seinastu túrarnar um skopunarfjørð, áðrenn Sandoyartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu seinnapartin.

Myndirnar eru tiknar í Skopun, tá Teistin fór úr Skopun klokkan 10.30 á Gomlurætt.

Millum ferðafólkini vóru eisini tey, sum ætlaðu sær at ganga og renna í tunlinum.

Ikki færri enn 1950 fólk høvdu teknað at ganga og renna, og tey fóru av Gomlurætt klokkan 11.

Í sambandi við, at tuninlin letur upp, siglir Teistin sertúrar bæði úr Skopun og av Gomlurætt, og seinnapartin verður opið skip umborð á Teistanum í Skopun.

Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar:

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928