VIDEO: Hallur Danielsen skyldar enn Eliasi at renna nakin runt Hoyvík

bannari
VIDEO: Hallur Danielsen skyldar enn Eliasi at renna nakin runt Hoyvík
Elias á Skipagøtu og hinir frá gylta 2002-árganginum hava ikki gloymt, at Hallur Danielsen frá HSF lovaði teimum at renna nakin runt Hoyvík, um teir vunnu U17-European Open
Elias Ellefsen á Skipagøtu og Háku West av Teigum bíða enn eftir, at Hallur Danielsen frá HSF fer at halda orð
Mynd: Hans Petur Hansen  
 
05.01.2024 - 17:00

Tað er altíð umráðandi at ansa eftir, at tú ikki lovar ov nógv. 

Borðið kann lættliga fanga.

Tað gjørdi tað eitt nú hjá Gary Lineker. Í 2016 lovaði Lineker, at hann skuldi vera vertur í Mach of the Day-sendingini hjá BBC í berum undirbuksum, um barndómsfelag hansara, Leicester, vann Premiere League hetta sama árið. 

Fast tók tað Gary Lineker, at hann undirmetti sínar egnu.

 

Elias bíðar eftir Halli

Í sambandi við dokumentarin "Móti høgum tindum" - um føroyska hondbóltsævintýrið - er komið fram, at ein líknandi støða eisini finst í Føroyum

Elias Ellefsen á Skipagøtu greiddi í samrøðu við Suna Merkistein frá, at Hallur Danielsen frá Hondbóltssambandi Føroya ikki trúði Eliasi, tá hann segði, at U17-landsliðið við dreingjum fór at vinna European Open-kappingina í 2019. 

20240105_NET_HALLUR_NAKINRENNING

"Tá vit fóru til European Open (U17), so segði eg við Hallur (Danielsen, HSF), at vit fóru at vinna. So segði hann við meg, at tað trúði hann ikki uppá. Og um vit vunnu, so skuldi hann renna nakin runt Hoyvík," greiðir Elias Ellefsen á Skipagøtu frá við einum skálkabrosi. 

"Tað hevur hann (Hallur Danielsen) ikki gjørt enn, men kanska vit fáa hann til tað onkuntíð," legði Elias Ellefsen á Skipagøtu afturat. 

So Hallur Danielsen....

Elias og hinir á landsliðnum bíða enn eftir, at tú fert at halda orð, og tað eru vit rættiliga nógv onnur, sum eisini gera. 

Kringvarp Føroy fer eisini at vísa allar EM-dystirnar hjá føroyska hondbóltslandsliðnum við monnum í sjónvarpinum.  

"Móti høgum tindum" sæst her á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya. 

Føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum skal spæla tveir venjingardystir um vikuskiftið.

Dystirnir, sum eru liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið í Berlin í komandi viku, eru móti Belgia, og teir verða spældir í Høllini á Hálsi í Havn.

Dystirnir móti Belgia eru í kvøld og í annaðkvøld klokkan 19.30.

Dysturin í kvøld verður vístur í sjónvarpinum, og dystin í annaðkvøld ber til at stroyma á heimasíðu okkara, kvf.fo.

Føroyska manslandsliðið skal spæla tríggjar dystir til EM í Berlin.

  • 11. januar: Slovenia - Føroyar
  • 13. januar: Føroyar - Noreg
  • 15. januar: Pólland - Føroyar
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083