Eiga at hava aðrar møguleikar enn fosturtøku

Eiga at hava aðrar møguleikar enn fosturtøku
Felagsskapurin Pro Vita heitir á Løgmálaráðið um at kanna umstøðurnar hjá kvinnum, sum biðja um fosturtøku
Ruth Norðgerð er forkvinna í Pro Vita.
 
10.01.2024 - 12:20

- Eg havi sjálv umhugsað fosturtøku, tí eg var í dýrastu neyð í sambandi við ein barnsburð.

Tað sigur Ruth Norðgerð, forkvinna í Pro Vita. 

- Einasta hjálpin, sum tað almenna hevði til mín, var júst hetta - eitt tilboð um fosturtøku - hóast eg hevði tørv á hjálp til aðrar loysnir.

Tað sigur hon, nú Pro Vita heitir á Løgmálaráðið um at kanna umstøðurnar hjá kvinnum, sum biðja um fosturtøku.

Pro Vita heldur, at hetta eigur at verða gjørt, áðrenn fosturtøkulógin verður dagførd.

Hoyr samrøðu við Ruth Norðgerð í útvarpstíðindunum: 

 

10012024_Pro_Vita


Føroya Pro Vita er ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur, sum hevur til endamáls at verja lív, frá gitnaði til nátúrligan deyða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210