Málið um innbrotið á Listasavninum er loyst

13.01.2024 - 09:37
Innlendis›Samfelag
Málið um innbrotið á Listasavninum er loyst
Maðurin, sum fríggjanáttina breyt inn á Listasavnið, møtti sjálvur á politistøðini í Havn í gjárkvøldið og játtaði seg sekan.

Seint seinnapartin í gjár varð maðurin, sum breyt inn á Listasavn Føroya fríggjanáttina, eftirlýstur við mynd. Tað gjørdi løgreglan, sum stóð á berum í leitanini eftir gerngsmanninum. Løgreglan helt, at maðurin er útlendingur og tí kundi rýma av landinum. Tá avtornaði vísti tað seg, at talan er um ein føroying í tjúgunum.

Eftir at hava almannakunngjørt mynd av manninum, tikin frá vakmyndatóli inni í Listasavninum, fekk løgreglan fleiri fráboðanir um, hvør maðurin kann vera. Og í gjárkvøldi møtti maðurin sjálvur á politistøðini í Havn, har hann síðani varð handtikin. Maðurin játtar seg sekan.

Politiið metir innbrotið í Listasavnið fríggjanáttina at vera somikið álvarsligt, at tað eigur at koma undir grein-286 í revsilógini, har revsiramman er seks ára fongsul.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Hera Andreasen, varapolitiinspektør.

 

FAKTA, revsilógin:

§ 286. Revsingin fyri brotsverk sambært §§ 276, 276 a, 281 og 282 kann vaksa til fongsul í upp til 6 ár, um talan er um serliga grov brot, serstakliga orsakað av útinningarháttinum, um fleiri eru saman um tey, um vápn ella onnur vandamikil amboð ella evni eru uppií, um stolnu lutirnir hava eitt stórt virði, ella orsakað av umstøðunum kring lutirnar, tá ið teir vórðu stolnir, ella tí at stuldurin er partur av skipaðum innbrotum, ella um talan er um nógv brot.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672