Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Suni tekur samanum #4: Stóra klimaksið - og forloysingin
Suni tekur samanum #4: Stóra klimaksið - og forloysingin
"Vit fingu ævintýrið. Vit hildu tørn móti einari heimstjóð í hondbólti. Vit vóru teimum javnlíkar í øllum lutum í spælinum. Tað kendist óveruligt - og stórbært"
14.01.2024 - 15:40
Suni Merkistein, journalistur, frásøgumaður og ítróttarpoetur, er staddur í Berlin í sambandi við fyrstu luttøkuna í einum EM-endaspæli hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti.
Suni hugleiðir um ótrúliga javnleikin ímóti Norra, og brúsandi kenslumeldurin, sum kann vekja eina felagskenslu millum fólk, ið annars ikki kennast.
Hoyr hugleiðingar ella les tær her niðanfyri:
EM-hugleiding_Suni_14_01_2024
Suni tekur samanum #4
Viðhvørt røkka orð ikki til. Tá ið ein løta verður so serstøk, at hon ber við alt kensluraðið, broytist okkurt innan í okkum. Summi fara at veipa og gerast mælsk, onnur verða meira tigandi og grundandi, og uppaftur onnur gerast sinnisrørd og vilja tára.
Ein brúsandi kenslumeldur sum tey í Mercedes Benz Arena í Berlin í gjárkvøldið ivaleyst kendu á sær, verður helst tvífaldaður í megi, tá ið so nógv eru saman um so gylta stund.
Tá ið 5000 føroyingar sita saman uttanlands hendir okkurt við okkum. Ein felagskensla vaknar, sum vit ikki ganga við til gerandis. Og tá ið so stór mannfjøld verður hurlað upp í eina kollektiva massasuggestión - eina hóphugtøling - tá skifta vit ham og gerast øðrvísi, sum í einum rúsi.
Munir og ósemjur kámast burt
Í slíkari løtu samfrøast øll tvørtur um mørk. Summi hálvfevnast, tó at tey bara so dánt vita av hvør øðrum. Sóust tey í Føroyum, hevði tað verið eitt nikk ella góðan dag, men ikki annað enn tað. Nú vórðu allir munir og allar ósemjur strikaðar, øll vóru sum eitt.
Øll vórðu vit sjónarváttar til eitt hugtakandi drama. Vit fingu alt. Eisini søguna um Dávid og Goliath. Sjálvur dysturin hevur allar litir og stemningar. Tú fært tað ráa og ljóta, men eisini tað vakra og eleganta. Í verjuni er næstan bardagi, í álopsspælinum kanst tú síggja finessir, ið hevja spælið upp í tað sublima.
Vit fingu ævintýrið. Vit hildu tørn móti einari heimstjóð í hondbólti. Vit vóru teimum javnlíkar í øllum lutum í spælinum. Tað kendist óveruligt - og stórbært.
Vit fingu dramaið. Tá ið tað til endans tók at dragna, og tap sýntist vera í hendi, hendi tað ótrúliga. Best sum allar vónir tóktust brostnar, sporðreistust ungu føroyingarnir. Teir hava bæði sinnisligt og likamligt yvirskot til eitt seinasta hirs. Teir eiga eldin í sær. Allir. Eingin leggur árarnar inn. Í staðin settu teir á ein rimmar spurt.
Norðmenn vóru skakaðir og mistu tráðin.
Sensatiónin veruleiki
Omaná dramaið fingu vit loksins eisini stóra klimaksið - og forloysingina. Tað breyt í bæði borð seinastu tíggju sekundini. Brádliga fær Elias bóltin av liðfelagnum í Kiel, Harald Reinkind, sum hann vanliga hevur kamar saman við, tá ferðast verður til útidystir. Reinkind gøllheldur Eliasi, og dómararnir døma brotskast. Fimm sekund eftir. Uttan at himprast setur Elias bóltin í netið hjá Torbjørn Bergerud til 26-26, og so er tíðin farin.
Sensasjónin er veruleiki. Smáu Føroyar hava skakað altjóða hondbóltsheimin í sínum fyrsta stóra endaspæli.
Teir 5000 føroyingarnir í Berlin, og allir heimaføroyingar við, fara helst seint at gloyma hesa løtuna. Ei heldur náttina - hesa minniligu leygarnáttina í Berlin. Á stóra Radisson-gistingarhúsinum inni á Alexanderplássi, har flestu føroyingarnir búgva, var øgiligur rómur til tann ljósa morgun, sangur og sjongur og skálan, rætt sum á ólavsøku.
Go West
Í morgin verður so dystur móti Póllandi. Og tað ikki yvir at dylja, at tey bjartskygdu eru farin at fyrigykla sær søtan sigur móti liðnum, ið hevur havt lakasta avrikið í bólkinum higartil, og er hitt einasta, sum fyri vist ikki spælir seg víðari í miðumfarið.
Skuldi tað ótrúliga hent, at Føroyar vinna á mætu hondbóltstjóðini Póllandi, tá hava norðmenn knívin á barkanum fyri dystin móti Slovenia, sum spældur verður beint eftir okkara dyst í annaðkvøld.
Í dag valdar friður í Berlin. Tað er føroyskur hvílidagur, bæði so og so. Tey 5000 skulu onkursvegna fáa henda dagin at ganga, tí nú snýr alt seg um dystin móti Póllandi í morgin.
Tað síðsta, ið hómaðist í firruni, tá ið blundurin nærkaðist í nátt, vóru føroyskar røddir á alfaravegi í Berlin. Og her - skamt eystanfyri Múrin, ið framvegis stendur uppi í einum ávísum strekki, hoyrdist runga út í náttina: Go west!
Ikki er vist, at Múrurin veitti íblásturin til káta sjongin, heldur mundi tað vera nýggi hondbóltsfylkissangurin hjá Terja. Í einum ørindi verður trivið í 80-ara hittið hjá Pet Shop Boys, sum nú so festliga flættar ein av mongu hetjunum á føroyska manshondbóltslandsliðnum, inn í eina nýtulking av sanginum.
Soleiðis sníkti Hákunardrongur seg inn í kámu løtuna millum vøku og svøvn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV