Spaniólar døma í dystinum móti Póllandi

bannari
Spaniólar døma í dystinum móti Póllandi
Andreu Marín og Ignacio García døma triðja og seinasta dystin í bólkaspælinum hjá føroyingum
Ignacio García og Andreu Marín døma dystin móti Póllandi
Mynd: Katalanska hondbóltssambandið  
 
15.01.2024 - 09:46

Spanska dómaraparið hevur nógvar royndir á baki og hevur dømt í fleiri endaspølum.

Andreu Marín og Ignacio García hava millum annað dømt í HM í Spania í 2013, EM hjá kvinnum í Fraklandi í 2018, HM í Egyptalandi í 2021, HM í Póllandi og Svøríki í 2023 og eru nú eisini partur av EM-endaspælinum í Týsklandi.

Tað eru 18 dómarapør, sum døma í EM-endaspælinum í Týsklandi.


Órógvaðir av landbúnaðarverkfallinum

Tað er kanska ivasamt, hvussu nógvan svøvn dómararnir hava fingið í nátt.

Sambært føroyingum, sum búgva á sama hotelli sum EM-dómararnir, hava traktorar koyrt og floyta uttanfyri í alla nátt í samband við landsbúnaðarverkfallið, sum er í Týsklandi í løtuni.


Týsku bóndirnir eru farnir inn í Berlin at vísa sína ónøgd. MYND: John Macdougall/AFP/Ritzau Scanpix


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011