Jákup Sverri nýggjur stjóri í floghavnini í Sønderborg

Jákup Sverri nýggjur stjóri í floghavnini í Sønderborg
Í løtuni koma og fara umleið 50.000 ferðafólk um floghavnina í Sønderborg um árið, men ætlanin er at trífaldað ferðafólkatalið upp í 150.000
Jákup Sverri Kass er nýggjur stjóri í floghavnini í Sønderborg.
 
15.01.2024 - 13:19

Fyrrverandi stjórin í Vága Floghavn, Jákup Sverri Kass, er settur sum nýggjur stjóri í Sønderborg Lufthavn í Danmark. 

Tey, sum eiga floghavnina, hava stórar ætlanir, tí floghavnin skal byggjast út fyri 200 milliónir.

 

Ætlanin er at trífalda ferðafólkatalið í floghavnini í Sønderborg. (Mynd: Visit Sønderborg)

 

Í løtuni koma og fara umleið 50.000 ferðafólk um floghavnina í Sønderborg um árið, men ætlanin er at trífaldað ferðafólkatalið upp í 150.000. 

Jákup Sverri Kass, sum tekur við starrvinum 15. februar, sigur soleiðis um uppgávuna sum nýggjur stjóri í floghavnini í Sønderborg:

 

15012024_Jakup_Sverri_Kass

 

Til samanberinger er talið á teimum 40.000 og 50.000 ferðafólkunum, sum árliga fara um flogvøllin í Sønderborg, væl minni enn tað, sum fer um flogvøllin í Vágum, har talið í fjør var stív 430.000 ferðafólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111
Hósdag 26. november
PAZ
217069