Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Takkaðu fyri seg við heiðurligum tapi
Takkaðu fyri seg við heiðurligum tapi
Pólland var stinnari, tá alt skuldi avgerast, og tí máttu Føroyar takka fyri seg við einum heiðurligum tapi, men spælararir fullu við æru og reisa seg ivaleyst skjótt aftur
Mynd: Kollektif
15.01.2024 - 22:20
Føroyar takkaðu fyri seg í evropameistarakappingini í hondbólti við teprum tapi fyri Póllandi.
Munurin var lítil - mestsum eingin størsta partin av dystinum - men tá alt skuldi avgerast vóru risarnir úr Póllandi stinnari, sterkari og royndari, og fóru avstað við sigrinum.
Elias Ellefsen á Skipagøtu varð eins og ímóti Norra kosin dagsins spælari, men ungi hondbóltssnillingurin úr THW Kiel var kortini vónbrotin. Tað vóru liðfelagarnir eisini, og tað sigur greitt, hvussu framsøknir hondbóltsmenninir eru.
Bakspælarin við nummar 71 á rygginum lovaði kortini í samrøðu eftir dystin, at hetta unga føroyska liðið, sum hevur spælt seg inn í hjørtuni í hondbóltsevropa, fer at reisa seg aftur. Tey, sum hava sæð Føroyar í Mercedes Benz-høllini í Berlin síðstu dagarnar, hava ivaleyst lætt við at trúgva orðunum frá fótfima spælskiparanum.
Einki ímillum liðini
Szymon Sicko vísti sína skotstyrki beinanvegin í fyrra hálvleiki, men í hinum endanum syrgdu Elias Ellefsen á Skipagøtu og ikki minst Vilhelm Poulsen fyri málunum.
Pólska verjan hevði ilt við at fylgja við kviku føroyingunum, serliga eftir eina útvísing beinanvegin, og Føroyar spældu seg til kjansir lutfalsliga lætt.
Føroyska verjan hevði ikki eins gott tak á og ímóti Sander Sagosen og hinum norsku skjúttunum leygardagin, og tí fylgdi Pólland við. Hinvegin kom Pauli Jacobsen í gongd og bjargaði skotum bæði av strikuni og eftir gjøgnumbrot.
Tað var framvegis javnt, tá stegðurin nærkaðist, og Hákun West av Teigum, sum eisini tók sær av brotskøstunum, skeyt síðsta málið til 15-15 av vonginum.
Pólland sterkari í avgerandi løtuni
Dysturin javnvigaði fyrstu 10 minuttirnar eftir steðgin. Meðan fótfimu álopsessini, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún skutu eitt gott mál fyri og eitt eftir, og Hákun West av Teigum var óvanliga tryggur frá brotskastsblettinum, fekk verjan ikki fatur á.
Pólland hótti við at fara frá - eina løtu vóru tvey mál og muni fyri fyrstu fer í seinna hálvleiki - men skjótt var aftur púra javnt.
Strikuspælið hjá Póllandi gekk væl, og tað fingu teir nógv burturúr. Um risin Kamil Syprzak ikki skoraði sjálvur, vann hann brotskast, sum Szymon Sicko tók sær av. Skotsterki bakkurin úr Kielce skeyt 10 mál. Tað gjørdist tungt - føroyingarnir noyddust at skora í mestsum hvørjum álopi - og tað eydnaðist ikki.
Pólland var stinnari, sterkari og helst eisini royndari, tá alt skuldi avgerast, og vann 32-28.
Tí gjørdist talan um tvey tepur tap. Eitt ímóti Slovenia og eitt ímóti póllendingunum. Men tað sum hendi ímillum tey bæði tapini - søguligi javnleikurin ímóti norska hondbóltsstórveldinum - fór um alt Evropa, og fer at geva afturljóð langt út í framtíðina.
Tað kann føroyska fólkið vera erri av - tað kunnu spælararnir vera ernir av. Teir kunnu hyggja aftur á eitt framúr avrik, tað hava teir uppiborið, men so fara teir at líta frameftir. Teir tóku Berlin, fyri framman liggja nýggjar hertøkur.
Mercedes Benz-Arena (EM-endaspæl)
Pólland - Føroyar, 32-28 (15-15)
Føroyskir málskjúttar: Hákun West av Teigum 10, Elias Ellefsen á Skipagøtu 9, Rói Berg Hansen 2, Vilhelm Poulsen 2, Óli Mittún 2, Helgi Hildarson Hoydal 1, Leivur Mortesen 1, Teis Horn Rasmussen 1
Føroysku áskoðararnir fingu eina ógloymandi uppliving og áttu stóran lut í føroyska ævintýrinum: MYND: Kollektif
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV