Undirhondin: Ingi Olsen metir um leikaraavrikini ímóti Póllandi

bannari
Undirhondin: Ingi Olsen metir um leikaraavrikini ímóti Póllandi
Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um leikaraavrikini hjá Føroyum í tepra tapinum fyri Póllandi og gevur stjørnur frá einari til fimm
 
15.01.2024 - 21:26

Mercedes Benz-Arena (EM-endaspælið)
Pólland - Føroyar, 32-28 (15-15)

Føroyar spæla fyri fyrstu ferð nakrantíð í einum endaspæli fyri vaksnamannalið. Hesar dystirnar verður mett um avrikini hjá føroyska liðinum, og tað verður gjørt eftir einum 5-stjørnu skala.

 

 

  • 5 stjørnur vera givnar fyri ”einastandandi gott avrik”
  • 4 stjørnur vera givnar fyri ”gott avrik”
  • 3 stjørnur vera givnar fyri ”miðal avrik”
  • 2 stjørnur vera givnar fyri ”ikki nøktandi avrik”
  • 1 stjørna verður givin fyri ”sera vánaligt avrik”

 


Tróndur Mikkelsen 2

Tróndur fær nógva spælitíð í dag, men eins og restin av liðnum, gongur orkan undan. Eg kundi hugsað mær, at Tróndur var eitt vet farligari í álopinum. Tróndur hevur í hesi kappingini spælt seg nærri einum byrjanarplássi á liðinum. Serliga er tað sum verjuleikari á bakkinum, at tað hevur riggað væl.

 

Kjartan Johansen 2

Kjartan kemur inn fyri Vilhelm, tá hesin fær tveir minuttir útvísing, og spælir ein nokkso anonyman dyst. Fær ein møguleika, sum hann brennir. Var stinnur i verjupartinum, men fellir uppá, at verjan sum heild ikki er á sama stigi sum tað, vit fyrr hava sæð í kappingini.


Rói Berg Hansen 2

Rói slapp at byrja í dag og hevði nokkso fitt at arbeiða við. Í seinna hálvleiki brennir hann fleiri møgueikar, endar við 2/5 og verður skiftur út við Leiv.

 

Leivur Mortensen 3

Fær møguleikan, tá Rói brennir, og spælir nærum allan seinna hálvleik. Fær eitt mál og eitt brotskast. Har var ein annar møguleiki, tá hondin var uppi hjá dómarunum, men har hann ikki hevur neyðuga dirvið at royna seg.

Óli Mittún 4

Hevur longu sum 18 ára gamal fingið sera stórt álit frá venjaranum. Var sera ágangandi í dag, eins og hann vanliga er. Tá Pólland roynir seg við mansverju, er tað Óli, sum stýrir álopinum. Pólland sleppir mansverjuni av somu grund. Enn vantar kanska, at hann skorðar eitt sindur betur – í dag var tað 2/5

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu 4,5

Elias var í dag ein sannur einmansherur. Stýrdi álopinum sera hegnisliga. Skorar níggju av tretta og vinnur fleiri brotskøst. Afturat hesum, leggur hann upp ti sjey. Hóast Elias spælir nærum allan dystin á tamb, so fellur hann ikki so nógv, sum liðið annars. Fær fleiri minuttir í verjuni, men roynt var, at hava hann verjandi á vonginum. Dagsins leikari aftur í dag. Væl uppiborið, men helst vildi hann býtt tann heiðurin um við eitt stig ella bæði tvey. Hevur nakrar tekniskar villur, og tí kemur hann ikki heilt upp á fimm stjørnur.

 

Jónas G. Djurhuus

Kom ikki á vøllin.

 

Vilhelm Poulsen 3,5

Vilhelm Poulsen hevur so væl og virðiliga spælt seg til eitt fast pláss á høgra bakki. Serliga er tað verjuparturin, sum er so einastandandi góður. Í dag haldi eg tað sást, at møðin gjørdi um seg. Vilhelm er alt ov spakur í álopinum. Hevur eitt dundurskot, men bíðar ov ofta, til hann sleppur at leypa ígjøgnum heilt fríður. So ynskiligt er, at meir verður lagt fyri dagin í álopinum.

 

Hákun West av Teigum 4

10 av 11 eru ikki óvanlig tøl fyri Hákun. Sera tryggur aftur í dag, og Hákun tekur brotskøstini, tá Elias brendi. Tað gjørdi hann til fullnar. Hevur spælt allar tríggjar dystirnar einsamallur vongur, og hann svíkur ikki álitið. Oftani rættuliga pressaður í skotroyndunum, har hann kortini skorar.

 

Teis Horn Rasmussen 3

Krútið var eitt sindur vátt i dag. Helst sat Norra-dysturin Teisi meinur í kroppinum. Tað blivu royndar ymiskar konstallatiónir í verjuni í dag, men serliga risastóra strikan, Kamil Syprzak, var strævin at fáast við, og vit fingu ongantíð rættuliga fatur á honum. Fær bara eina skotroynd í dag, og hon fór í mál.

 

Helgi H. Hoydal. 2,5

Fær bert seks minuttir á vøllinum, og fær tveir møguleikar. Tann eini sera hegnisliga umsettur til mál, meðan hin tíverri bleiv brendur, hóast hann var góður. Stríddist, eins og hinir í miðverjuni, við at finna stevið. Samanlagt ein trupul dagur hjá Helga í dag.

 

Peter Krogh 2,5

Fær ikki so nógva spælitðið í dag. Byrjar dystin, men er tíðiliga merktur av antin møði, ella skaðanum, sum hann hevur havt at drigist við. Miðverjan, sum hann hevur stýrt saman við Teis, riggaði ikki væl í dag. Pólland slapp alt ov langt inn at skjóta, og vit høvdu tíðiliga trupult við at fáa neyðugu hæddina á serliga nr. 9, Sicko, hjá póllendingum.

 

Pætur Mikkjalsson 2,5.

Ikki besti dagurin hjá Pæturi. Tá Pætur dekkar mitt fyri, verður hann oftani isoleraður, so hann kemur at standa einsamallur. Og ímóti skjótum leikarum, er hann oftani um ein háls. Fær ongan málmøguleika.

 

Allan Norðberg

Kom ikki á vøllin.

 

Pauli Jacobsen 2

Bert tríggjar bjargingar uppá 22 skot sigur eitt sindur um, hvønn dyst Pauli hevði. Tað hoyrir sjálvandi við til søguna, at verjan ikki var honum til hjálpar í dag, men møguliga skuldi okkurt skot verið bjargað afturat í dag. Tað er neyðugt, skulu vit vinna á einum liði sum Póllandi.

 

Nicholas Satchwell 2

Tríggjar bjargingar ímóti 13 skotum er heldur ikki góðkent avrik. Í dag mugu vit bara staðfesta, at neyðuga hjálpin - sum er neyðug, skulu vit vinna á góðum liðum - ikki kom frá málmonnunum og harvið heldur ikki Sachwell.

 

Peter B. Larsen 3,5

Tað var helst ikki í dag, at flestu kreftirnar blivu brúktar. Dysturin móti Norra sat nokk dyggur í kroppinum, og tí var tað ein sera trupul uppgáva, at fáa liðið at vinna á Póllandi í dag. Fann ongantíð røttu verjuformatiónina, sum kanska heldur ikki var til á degnum. Fyri at vinna á Póllandi í dag, hevði helst verið neyðugt at spart krútið móti Norra, men so høvdu vit neyvan fingið stig tann dystin. Tað var ein sera trupul uppgáva í dag, tí tað var rættuliga týðiligt, at møðin darvaði okkara sera nógv. Helst hevur Peter rætt í, at tað eigur at síggjast munur á, hvar tú dagliga spælir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Fríggjadag 10. mai
Við pápa aftur í tíð
174833
Fríggjadag 10. mai
Morgunlestur fríggjadagur 10. mai 2024
174298
Hósdag 9. mai
RagnarRokk 9.mai 2024
173894
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774