VIDEO: Vunnu hondbóltshjørtu

VIDEO: Vunnu hondbóltshjørtu
Ótrúliga fólkaveitslan í Berlin er av, og føroyska hondbóltslandsliðið hevur givið øllum eina frálíka uppliving, sum seint verður gloymd
16.01.2024 - 16:00

Spælarar, venjarar og ikki minst viðhaldsfólkini í túsundtali.

EM 2024 í Týsklandi hevur verið ein sonn fólkaveitsla fyri føroyingar - bæði tey mongu, sum stuðlaðu hondbóltslandsliðnum í Berlin, og tey, sum fylgdu við úr Føroyum.

Í útlendskum miðlum hevur føroyska luttøkan verið kanska størsta søgan úr bólkaspælinum. Ikki nóg mikið við, at Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og hinir hava víst hondbóltsspæl á høgum stigi, nei, 10 prosent av landinum stóð og geylaði á áskoðaraplássunum. 

Hondbóltsveitslan heldur fram uttan Føroyar, gamaní, men føroyingar gleða seg ivaleyst til næstu ferð føroysku hondbóltssnillingarnir bjóða stórtjóðunum av.

Sí innslag omanfyri: Lag: (Your love keeps lifting me) Higher and Higher, Jackie Wilson

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037