140 íðkarar á gólvið í fyrru estetisku steypakappingini

140 íðkarar á gólvið í fyrru estetisku steypakappingini
Leygardagin verður fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í Havn, har 20 lið við samanlagt 140 íðkarum skulu á gólvið
Tvey kvinnulið verða við í fyrru steypakappingini leygardagin
Mynd: Føroya Fimleikasamband  
 
24.01.2024 - 16:05

Leygardagin, 27. januar 2024, verður fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki í Høllini á Hálsi í Havn, skrivar Fimleikasambandið. 

Fýra feløg hava meldað luttøku við heili 20 liðum og 140 íðkarum. Feløgini, ið eru umboðað í kappingini, eru Fimleikafelagið Ljósið, Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag. Í alt koma seks pinkulið at kappast, seks smágentulið, fýra gentulið, tvey unglingalið og tvey kvinnulið.

Kappingin byrjar kl. 13 við framførslum hjá pinkum, síðani smágentum, gentum, kvinnuunglingum og kvinnum. Ongin steðgur verður millum aldursbólkarnar, og væntast kappingin at vera liðug umleið kl. 16.00. Dyrnar lata upp kl. 12.00, og atgongumerkini kosta 100 kr. fyri vaksin og 50 kr. fyri børn.

Kappingin verður eisini stroymd á kvf.fo, og leinkið verður at finna á heimasíðuni hjá Fimleikasambandinum, www.fimleikur.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425

Meira um sama evni