Kirkjan á Argjum fyri býráðið í kvøld

Kirkjan á Argjum fyri býráðið í kvøld
Minnilutin í byggi-og býarskipanarnevndini, Annfinn Brekkstein, mælir til at geva byggiloyvi
Málið um byggiloyvi hjá kirkjuni er gamalt. Tað byrjaði í 2021. (Savnsmynd: Koma.fo)
 
25.01.2024 - 08:21

Kirkjan á Argjum er á skránni fyri býráðsfundin í Havn í kvøld.

Byggi- og býarskipanarnevndin viðgjørdi málið 8.januar.

Meirilutin samtykti at beina málið í býráðið, tó uttan nakað tilmæli.

Minnilutin, Annfinn Brekkstein, mælti til at geva byggiloyvi

Málið um byggiloyvi hjá kirkjuni er gamalt. Tað byrjaði í 2021. 

Ætlanin er at byggja kirkjuna millum Støðlagøtu og Sandá, oman fyri spinnaríið.

Kirkjan er 1.257 fermetrar, tornið er 22 metrar høgt. Har kirkjuskipið er hægst, er tornið 15 metrar høgt. 

Grundøkið er 4.110 fermetrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086