Føroyingur selt á netinum - leita nú eftir honum í Danmark

Føroyingur selt á netinum - leita nú eftir honum í Danmark
Maðurin hevur m.a. selt fiskiloyvi, bátamotorar og matvørur, men fólk hava ikki fingið vøruna, hóast tey hava goldið
Politiið veit, hvør maðurin er, og leitað verður nú eftir honum í Danmark. (Savnsmynd)
 
26.01.2024 - 08:17

Politiið veit nú, hvør hevur selt á sosialum miðlum, men ikki latið nakað, sum hann hevur selt.

Fólk hava goldið, men einki fingið.

Men tá politiið skuldi fara eftir manninum, var hann farin til Danmarkar. Har verður leitað eftir honum nú. 

Talan er um føroying.

Maðurin hevur selt millum annað fiskiloyvi, matvørur og bátamotorar.

Maðurin hevur í fleiri førum selt fyri nakrar túsund krónur.

Fólk hava goldið, men einki fingið.

Ein av teimum, sum kennir til óreiðiligu søluna hjá manninum, er Sofus Hansen við Ljósá. 

Hoyr samrøðu, sum Kári Mikkelsen gjørdi við hann í útvarpstíðindunum: 

 

26012024_Sofus_Hansen

 

Av politistøðini verður sagt, at tey hava einki frætt aftur úr Danmark, um danska politiið hevur funnið mannin ella ikki. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129