Frakland evropameistari

bannari
Frakland evropameistari
Umdystur skuldi til, tá Frakland dró longra stráið ímóti Danmark og vann evropameistaraheitið í hondbólti
Mathias Gidsel og danir vóru við undirlutan ímóti Fraklandi, sum tók gullið
Mynd: EHF  
 
28.01.2024 - 18:27

Tvær tær sterkastu hondbóltstjóðirnar brustu saman um evropeiska gullið - tað var eyðsæð - men tað tók sína tíð at finna útav, hvør var hin allarsterkasta.

Ikki fyrr enn Frakland og Danmark høvdu spælt umdyst, eydnaðist fraklendingum, sum vóru sekund frá tapinum í vanliga leiktíðini, at avgera dystin og taka gullið.

Olympisku meistararnir vunnu 33-31.

Trífaldu heimsmeistararnir sóu út til at fara við sigrinum í vanligu leiktíðini, tá Mikkel Hansen skeyt tvey mál á rað seint í dystinum, men Frakland bardi seg inn aftur í dystin og yvirlivdu síðstu donsku royndina. 

 - Eg eri so fegin. So errin av liðnum, segði Nikola Karabatic, franska hondbóltslegendan, sum kundi leggja enn eitt gull afturat teimum mongu, sum hann fyrr hevur vunnið.

 - Eg trúgvi tí næstan ikki, og kenni meg sum 20 ára gamlan aftur, segði 39 ára gamli stórspælarin, sum nú uttan iva fer eftir olympiska gullinum á heimavølli í summar. 

Danir vóru sjálvandi ikki nøgdir við tapið eftir ein somikið javnan dyst.

  - Eg eri sera vónbrotin, segði Niclas Kirkeløkke. 

 - Vit høvdu ongantíð ordiliga tamarhald á, og gevur tú fransmonnum ein fingur, taka teir hondina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533