Skulu síggja, hvat eftirlønaruppsparingin kostar

Skulu síggja, hvat eftirlønaruppsparingin kostar
Tryggingareftirlitið hevur gjørt ein leist, sum vísir árliga kostnaðin fyri tryggingargjøldini, bæði í krónum og prosentum
Jógvan Thomsen er stjóri í Tryggingareftirlitinum. (Savnsmynd)
 
31.01.2024 - 18:00

Tað skal vera lættari hjá fólki at síggja, hvat tey rinda fyri sína eftirlønartrygging.

Síðani 2018 hevur verið arbeitt við at finna ein felags leist, soleiðis at kostnaðirnir hjá ymsu eftirlønarfeløgunum kunnu samanberast.

 

Lív og Betri pensjón eru tvey av eftirlønarfeløgunum. (Savnsmynd) 

 

Nú er komið á mál, og í seinasta lagi 1.september skulu fólk fáa at vita, hvussu nógv tey í fjør rindaðu fyri sína eftirlønaruppsparing, bæði í krónum og prosentum. 

Hóast hann hevur arbeitt við tølunum í áravís, so vil Jógvan Thomsen, stjóri í Tryggingareftirlitinum,  ikki siga, um stórur munur er á kostnaðinum hjá ymsu eftirlønarfeløgunum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

31012024_Jogvan_Thomsen

 

Avtalan, sum nú er undirskrivað við eftirlønarfeløgini, fevnir ikki um eftirlønaruppsparing í peningastovnum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334