Ungdómsting: 20 uppskot frá átta skúlum

Ungdómsting: 20 uppskot frá átta skúlum
10 uppskot verða viðgjørd, og tey eru m.a. um samferðslu, frítíðartilboð og skúlaviðurskifti
Ungdómsting er annað hvørt ár. Henda myndin er frá 2022.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.02.2024 - 09:34

Ungdómstingið verður í næstu viku, mánadagin og týsdagin.

Løgtingsforkvinnan beyð í juni í fjør næmingunum í framhaldsdeild fólkaskúlans at senda inn lógaruppskot og uppskot til samtyktar at viðgera í ungdómstinginum.

Átta skúlar sendu 20 uppskot.

Avgjørt er, at 10 uppskot koma til viðgerðar í ungdómstinginum, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna.

Uppskotini eru millum annað um samferðslu, frítíðartilboð, skúlaviðurskifti, aldursmark fyri at selja tubbak og revsing fyri neyðtøku. 

 

Áttanda ferðin 

Eysturskúlin, Runavíkar kommunuskúli, Tofta skúli, samstarvið millum Runavíkar skúla og Tofta skúla, skúlin á Fløtum, skúlin við Streymin, Sandoyar meginskúli og Fuglafjarðar skúli eru við í umgdómstinginum. 32 næmingar eru í ungdómstinginum.

Ungdómsting er annað hvørt ár. Tað hevur verið átta ferðir.

Endamálið við ungdómstinginum er at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið, at læra tey at vera virknari í fólkaræðinum og vísa teimum, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði.

Endamálið er eisini at geva næmingunum innlit í arbeiðið hjá løgtinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672