Góðan morgun Føroyar

Ein samrøða millum verkini
01-02-2024
Tað sigur Barbara í Gongini um framsýningina hjá sær og soninum Hauge í Gongini Djernis, sum verður í Norðurlandahúsinum

Sjálvt um Barbara arbeiðir fysiskt analogt og við hondunum í tilfarinum, hon nýtir til at skapa, og Hauge arbeiðir talgilt við millum annað 3D tøkni, so finna verkini saman í einari samrøðu, tá tey vera sett saman í einari framsýning.

Tað sigur Barbara í Gongini, sum í morgin fríggjadagin letur upp framsýningina Úrbreðgi saman við soninum Hauge í Gongini Djernis.

- Tað eru líkasum tvey herðashorn, sum hittast onkusvegna, og tað er ein nokkso stuttligur spenningur, sum uppstendur av tí sama.

- Eg rokni við at tey, sum koma at hyggja at framsýningini, fara at síggja ein greiðan samanhang millum summi av okkara verkum, sigur Hauge í Gongini Djernis, sum sigur seg altíð hava fingið íblástur úr arbeiðinum hjá mammu síni.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026