Góðan morgun Føroyar

Hamferð fær íblástur frá skaðagrindini í Sandvík í 1915
01-02-2024
Bólkurin er sterkastur á palli, og tí hava teir allir verið saman í upptøkuhølinum og spælt tónleikin á komandi útgávuni

Men Guðs hond er sterk eitur fjórða útgávan hjá doom-metal bólkinum, Hamferð. Hon kemur á marknaðin 22. mars, men Í dag er fyrsti sangur av henni tøkur.

Theodor Kapnas, gittaristur og framleiðari, sigur, at tað var spennandi loksins at vera saman aftur í upptøkuhølinum.

Seinasta útgávan, Támsins likam, kom út í 2018, so tað er nakað fráliðið.

Hesa ferð byrjaði bólkurin av nýggjum. Tekstirnir byggja á hendingar, sum fáa íblástur frá skaðagrindini í Sandvík í 1915.

Seinasta skering er frágreiðing um syrgiligu hendingina. Tað er útvarpssending frá 1950unum, ið er stytt niður í nakrar minuttir og latin í instrumentalan ham.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026