Kunnu brúka egna el-framleiðslu og selja avlopið til SEV

Kunnu brúka egna el-framleiðslu og selja avlopið til SEV
Vinnuhúsið hevur skrivað hoyringarsvar um broytingarnar í elveitingarlógini
Vinnuhúsið fegnast um, at nú verður gjørligt hjá fyritøkunum at brúka egna framleiðslu, og bara selja avlopsorkuna inn á netið hjá SEV. (Savnsmynd)
 
02.02.2024 - 08:20

Higartil hava treytirnar verið, at fyritøkur selja alla orkuna frá egnum verkum inn á netið hjá SEV.

Síðani keypa tær aftur streymin frá SEV fyri nógv hægri prís. 

Hetta hevur gjørt áhugan at gera slíkar íløgur minni.

Tí fegnast Vinnuhúsið um, at nú verður gjørligt hjá fyritøkunum at brúka egna framleiðslu, og bara selja avlopsorkuna inn á netið hjá SEV.

Tað sigur Vinnuhúsið í hoyringarsvari um ætlaðu broytingarnar í elveitingarlógini.

 

Regulera fjarhitan

Vinnuhúsið tekur undir við, at fjarhitin verður reguleraður.

Men tað vísir eisini á, at tá fjarhiti verður útbygdur, verður kannað og grundgivið fyri, at fjarhiti loysir seg betur enn aðrir møguleikar at goyma og flyta orku.

Føroya arbeiðsgevarafelag og Vinnuhúsið halda tað vera jaligt, at fólk og fyritøkur verða eggjað til at nýta el, tá nógv avlopsorka er, við at bjóða lægri elprís í hesum tíðarskeiðum. 

Tó átti tað eisini at verið umhugsað at lækkað prísin um náttina, stendur í hoyringarsvarinum hjá Vinnuhúsinum um ætlaðu broytingarnar í elveitingarlógini. 

Tað heldur eisini, at íbindingargjøldini eiga at lækka.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011