Góðan morgun Føroyar

Eldri fólk skulu búgva heima sum longst
02-02-2024
Tí skal heimatænastan skipast soleiðis, at tað ber til hjá eldri fólkum at vera búgvandi heima. Tað sigur nýggi stjórin í VEKS.

Páll á Reynatúgvu er nýggjur stjóri í VEKS-samstarvinum. Í ein góðan mánað hevur hann verið til verka, har hann skal vera við til at mynda nýggju leiðina. Samstundis skal hann styrkja og menna eldrasamstarvið í Norðurstreymoy.

- Vit miðja eftir at fáa so fá fólk sum gjørligt inn í skipanina. Heldur vilja vit royna at fáa heimatænastuna skipaða heima hjá fólki, tí tað er hóast alt har, fólk vilja vera alt lívið. Tað sigur Páll á Reynatúgvu um nakrar av teimum avbjóðingunum, sum eru á eldraøkinum.

Páll á Reynatúgvu hevur heilsufakliga útbúgving sum fysioterapeutur og diplomútbúgving í heilsuleiðslu og frálæru. Hann hevur drúgvar royndir við leiðslu í politisku skipanini sum borgarstjóri, nevndarformaður í SEV, løgtingslimur, løgtingsformaður og landsstýrismaður, tá hann m.a. hevði yvirskipaðu ábyrgdina av eldraøkinum.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026