Stríðsval um forfólkasessin í Pedagogfelagnum

Stríðsval um forfólkasessin í Pedagogfelagnum
Sanna á Løgmansbø bjóðar Jógvani Philbrow av. Hann hevur verið formaður seinastu níggju árini
Sanna á Løgmansbø bjóðar Jógvani Philbrow av.
 
02.02.2024 - 13:55

Stríðsval verður um forfólkasessin í Pedagogfelagnum. 

Sanna á Løgmansbø, leiðari á dagstovninum Birkilund í Havn, bjóðar Jógvani Philbrow av.

Jógvan Philbrow hevur verið formaður í Pedagogfelagnum seinastu níggju árini, og hann stillar uppaftur.

 

Jógvan Philbrow hevur verið formaður í Pedagogfelagnum í níggju ár.

 

Tríggir nevndarsessir standa eisini fyri vali, og nógv bjóða seg fram.

Annika Østerø hevur boðað frá, at hon stillar ikki uppaftur, men Nikkil Heinesen og Harald Joensen stilla uppaftur.

Fýra onnur valevnini eru eisini. Tey eru Beinta Klakstein, Dagnhild Magnussen Bertelsen, Katrin Helgadóttir og Sæbjørn Johannesen.

Val eru eisini til tey trý ráðini í Pedagogfelagnum, Námsfrøðingaráðið, Leiðararáðið og Hjálparfólkaráðið.

Øll valini hjá Pedagogfelagnum eru talgild.

Atkvøðugreiðslan byrjar 14. februar og endar á middegi 1. mars, dagin fyri aðalfundin, sum verður 2. mars

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595