Góðan morgun Føroyar

Vika sex um fyrstu ferð
05-02-2024
Fyrsta ferðin er nakað heilt serligt, og tí seta tey í Kyn sjónleykuna á hetta evni í viku sex í ár.

Fyrstu ferð kann vera so nógv. Tað kann vera fyrstu ferð tú mussast, ert ávirkað ella fyrstu ferð tú ert saman við onkrum. Tí kendist tað upplagt at velja hetta evni í ár, sigur Bjørt Lind, næstforkvinna í felagskapinum Kyn, sum skipar fyri viku sex.
Hesa vikuna fara 14 seksualundirvísarar at vitja næmingar sum ganga á fyrsta ári á miðnámi fyri at siga teimum um evni, sum eru viðkomandi, tá tú ert í aldrinum, har sex verður aktuelt.

Fyrr var tað flóvisligt at tosa um sex, men hvussu er við teimum ungu í dag?

- Tað vil altíð vera eitt sindur av fnis og soleiðis, men tað er jú bara upplýsing um lívfrøði og teirra støðu beint nú, so okkara uppgáva er at geva teimum ungu eitt trygt og behagiligt stað at tosa um hesi tingini, sigur Guðrið Patursson, sum er ein av undirvísarunum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026